Fleiri ár at basa arbeiðsloysinum í Spania

Stjórnin í Spania sigur nú, at arbeiðsloysið í ár verður eitt vet størri, enn stjórnin hevur mett fyrr. Í einari meting fyri stuttum segði stjórnin, at arbeiðsloysið í ár verður 24,3 prosent, men nú sigur hon, at tað verður 24,6 prosent.

Hinvegin væntar stjórnin í Madrid, at arbeiðsloysið fer at minka næsta ár og árini frameftir, men minkingin verður ikki stór. Sagt verður, at arbeiðsloysið verður 24,3 prosent næsta ár og 23,3 prosent í 2014.

Sostatt bendir alt á, at tað fer at taka fleiri ár at basa tí ovurstóra arbeiðsloysinum í Spania.