Fleiri persónar handiknir í London í morgun

Tíðliga í morgun rannsakaði løgreglan tveir bústaðir í London.

 

Seinni í dag heldur forsætisráðharrin snarfund.

 

Løgreglan í London hevur í morgun rannsakað tveir bústaðir í Eysturlondon sum lið í kanninginum av yvirgangsatsóknini leygarkvøldið, sum kostaði sjey fólkum lívið og særdi 48.

 

»Nakrir persónar« eru handtiknir, upplýsir løgreglan sambært BBC og Sky News. Fyri løtu síðani var løgreglan framvegis í gongd við kanningunum í teimum báðum íbúðunum, sum eru í Newham og Barking.

 

Longu í gjárkvøldið kannaði løgreglan fýra íbúðir í sama øki í Eysturlondon. Tað upplýsir antiterrordeildin hjá løgregluni.

 

Áðrenn handtøkurnar í morgun eru 12 fólk handtikin. Ein 55 ára gamal maður er tó leyslatin aftur.

 

Tey handtiknu eru sambært løgregluni sjey kvinnur og fýra menn í aldrinum frá 19 til 60 ár.

 

Theresa May, forsætisráðharri, hevur í morgun kallað til snarfund í trygdarráðnum um álopið á bretska høvuðsstaðin, skrivar Reuters.

 

Løgreglan hevur enn ikki almannakunngjørt samleikan hjá illgerðarmonnunum. Men tað verður gjørt skjótast gjørligt, lovar løgreglan.

 

Seint í gjárkvøldið átók Islamiskur Statur (IS) sær ábyrgdina av álopinum.

 

/ritzau/