Fleiri og fleiri vitja Ísland

Alt bendir á, at nógv fleiri fremmand ferðafólk fara at vitja Ísland í ár enn í fjør.

Íslendingar fyrireika seg til eit gott ferðavinnuár. Herfyri vísti ein kanning, sum Arion-bankin hevði gjørt, at 18 prosent fleiri útlendingar fara atvitja Ísland í ár enn í fjør.

 

Men í ferðavinnuni vænta tey ein uppaftur størri vøkstur. Davið T. Ólafsson, sum er formaður í ferðavinnusamtakinum, sigur við kringvarpið RÚV, at vøksturin verður 20 prosent, og at ein millión útlendsk ferðafólk koma til Íslands í ár. 

 

Talið á fremmandafólki, sum vitja Ísland, vaks 20 prosent bæði í 2012 og í 2013, og tølini vísa, at munandi fleiri fólk koma til Íslands vetrarhálvárið nú enn fyrr.