Fleiri og fleiri selja tómar fløskur og blikk

Minni og minni av tómum fløskum og blikkum liggur og sløðist í náttúruni

Tað eru fleiri og fleiri sum lata tóm einnýtisíløt inn aftur.

Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Umhvørvisstovuni.

 

Umhvørvisstovan staðfestur, at síðani í 2007, hevur Umhvørvisstovan gjørt upp, hvussu nógv av seldu íløtunum verða latin inn aftur og send til endurnýtslu á hvørjum ári.

 

Sølan av einnýtisíløtum er økt munandi síðani 2007, og verða eini níggju milliónir fløskur og blikk seld um árið. Men Umhvørvisstovan sigur, at hóast sølan er økt munandi á hvørjum ári, hevur tað ikki havt eina negativa ávirkan á, hvussu stórur partur er latin inn aftur.

 

Tvørturímóti er parturin, sum er latin eisini øktur á næstan hvørjum ári og tað vórðu ongantíð so nógv íløt latin inn aftur, sum í fjør, har heili 91 prosent av íløtunum vórðu latin inn aftur til endurnýtslu.

 

Her kann leggjast afturat, at í 2008, vórðu bara 53 prosent av íløtunum latin inn aftur.

 

– Hetta bendir á, at tað er vorðin ein natúrligur partur hjá teimum flestu at lata tómu íløtini inn aftur, sigur Umhvørvisstovan.

 

Hetta merkir so samstundis, at nøgdin av burturkasti verður alsamt minni, samstundis sum at minni verður brúkt av rávørum, eins og orkunýtslan og útlátið av CO2, eisini minkar.