Eftirlit
Tað er sjáldan, at vit síggja myndir av einum veruligum fiskiveiðieftirliti í bløðunum, men í dag hava okkara lesarar høvi at síggja nakrar myndir av einum slíkum tilvildarligum eftirliti, sum Tjaldrið gjørdi í desember mánaða í fjør.
3-4 fólk avstað
- Tá vit soleiðis fara á eftirlitsvitjan, fara vanliga trý fólk í gummibátin. Ein liggur við bátinum, meðan tvey fólk fara umborð á skipið. Um kanningarnar eru meira umfatandi, og nógv skal skrivast og skásetast, eitt nú fiskasløg og fiskastøddir, fara fýra fólk avstað, harav trý fara umborð á skipið.
Tað sigur Jóhan Simonsen, vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum.
Ein slíkan dag sum hendan, tá hesar myndirnar eru tiknar umborð á einum tilvildarligum trolbáti, verður eitt nú hugt ígjøgnum ymisk skipsskjøl, meskar verða mátaðar, og hugt verður at, hvør veiðan er.
- Vanlig meskastødd er 145 mm., men eru skip á upsaveiði, og meira enn helmingurin av veiðini er upsi, kunnu meskarnir verða 135 mm. Men tá skal hetta fráboðast Fiskiveiðieftirlitinum. Tað er tó sjáldan, at skip á upsaveiði hava smærri meskar enn 140 mm., sigur hann.
Í lagi – ella ei
Jóhan sigur, at ein vanlig eftirlitsvitjan umborð á fiskiskipi tekur einar tveir tímar – alt eftir, hvørjar uppgávurnar eru, sum eftirlitið fevnir um.
- Viðhvørt verður farið umborð á skipini, beint áðrenn hálað verður, men skal eitt nú veiðan í lastini kannast, kunnu vit fara umborð, nær tað skal vera.
Hann sigur, at brot á reglur um eitt nú veiðireiðskap, veiðisamanseting ella reglur, sum fevna um skipsskjøl og siglingarloyvi, verða skrásett, og eru viðurskiftini ikki í samsvari við galdandi lóg og reglur, verða málini latin fútanum.
- Vit hava ongar heimildir til at geva átalur ella áleggja møguligar bøtur. Okkara partur er eftirlitsarbeiði og at skráseta, hvussu støðan er. Í okkara verð er einki sum eitur, at viðurskifti eru næstan í lagi. Antin eru tey í lagi, og reglurnar verða fylgdar – ella eru tey tað ikki, sigur Jóhan Simonsen.
Vantandi trygdarskeið
Vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum sigur, at eitt, sum eftirlitið serliga hevur merkt sær í hesum árinum, er, at nógv fleiri skrásetingar eru, har menn ikki hava galdandi trygdarskeið og heilsuváttan, sum er eitt krav fyri at kunna mynstra.
- Í fyrsta fjórðingsári í ár hava vit skrásett líka so nógvar tilburðir, har menn ikki hava galdandi trygdarskeið, sum vit skrásettu alt seinasta ár.
Ein partur av eftirlitinum er soleiðis eisini at kanna eftir, um menn hava galdandi trygdarskeið og heilsuváttan.
- Hesi viðurskifti skulu verða í lagi, og tú eigur ikki at sleppa at mynstra, um tey ikki eru tað.
Jóhan vísir á, at tað er uppgávan hjá skiparanum at ansa eftir, at menn hava galdandi váttanir.
- Um trygdarskeið ella heilsuváttan, sum menn áður hava tikið, er útgingið – ella um viðkomandi ongantíð hava fingið hesi viðurskifti upp á pláss – er fyri eftirlitið ikki avgerandi. Tað, sum er avgerandi, er, at hesi viðurskifti eru í lagi. Tað er júst sum við einum koyrikorti. Antin hevur tú koyrikort – ella hevur tú ikki, leggur hann aftrat.
Við 195 kanningum í 2008 staðfesti Fiskiveiðieftirlitið, at tilsamans 26 skip brutu reglurnar um kravt trygdarskeið og heilsuváttan hjá manningini. Fram til hálvan mars í ár vórðu tilsamans 60 kanningar gjørdar. Hesar staðfestu, at ikki færri enn 30 skip brutu reglurnar um trygdarskeið og heilsuváttan. Umborð á onkrum skipi luku heili 6 av 11 monnum ikki galdandi reglur
Fleiri vitjanir
Spurdur, hvør orsøkin man vera til, at so nógvar skrásetingar eru av monnum, sum ikki hava galdandi trygdarskeið og heilsuváttan, sigur vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum, at tað er eitt sindur ilt at siga.
- Eitt er kanska, at vit hava havt lutfalsliga nógvar eftirlitsvitjanir í ár í mun til seinasta ár.
Sum skilst, er tað ikki bíðitíðin at fáa trygdarskeið, sum er atvoldin til, at menn – um man so kann siga – sigla ólógliga.
- Trygdarskeið kunnu takast bæði í Klaksvík og í Havn, og eg havi skilt, at støðirnar hava orku til at útbúgva rættiliga nógv sjófólk millum ár og dag. Tað er ikki her, havi eg skilt, at trupulleikin liggur, sigur Jóhan Simonsen.
Vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum leggur kortini dent á, at tað eru nógvir skiparar og skipaeigarar, sum hava síni viðurskifti í lagi.
- Eg trúgvi, at ein stórur partur veldst um hugburðin, og tað er at vóna, at menn fara at taka hesi viðurskifti í uppaftur størri álvara. Sum er, bendir mangt á, at tendensurin í løtuni ikki dregur rætta vegin, sigur Jóhan Simonsen á Fiskiveiðieftirlitinum.