Fleiri og fleiri arbeiða

Í juni vóru 25.346 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta eru eini 100 fleiri enn undanfarnu mánaðir. Langtíðargongdin, trendurin, verður tó ikki ávirkaður av einum mánaða og vísir ein avtakandi vøkstur.

 

Seinastu hálvtriðju árini hevur tað verið ein javnur vøkstur, frá 23.500 í januar 2014 til 25.346 í juni í ár. Tað merkir, at tað nú eru 1.800 fleiri løntakarar enn fyri hálvum triðja ári síðani.

 

Tað vóru flestir løntakarar á vári 2008, tá tað vóru 26.000, so tað eru framvegis 650 færri løntakarar nú, í mun til tá tað vóru flestir. Í juni 2016 vóru 25.555 løntakarar, 603 fleiri enn í juni 2015. Framgongdin er 2,4%.

 

Tað er tó ikki øllum vinnubólkum, at talið av arbeiðstakarum veksur. Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum, uttan í fiski- og alivinnuni,  har tað triðja mánaðin á rað hava verið færri løntakarar í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í fiski- og alivinnuni vóru 4.052 løntakarar í juni, sjey færri enn fyri einum ári síðani. Bæði í apríl og mai var afturgongdin størri, og var orsøkin, at nøkur fiskavirki lógu still.

 

Byggivinnan veksur enn við stórari ferð, næstan sjey prosent fleiri eru í byggivinnuni nú, meðan tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, vaksa stivliga 2%.