Fleiri nálir til tey ungu

Í vikuskiftinum var seinni partur av kappingin er onnur av tveimum møguleikum hjá føroysku elituni at tryggja sær luttøku til Evropa Meistaraheitið í svimjing, sum verður um hálvan desember í Ungarn

Svimjisambandið senda fýra íðkarar til kappingina t.e. tvær gentir og tveir dreingir. FINA stigatalvan verður avgerandi fyri hvør skal við. Fyrsti møguleikin at tryggja sær lutøku, varð í Klaksvík vikuskiftið 10. november

Vikuskiftið 9.-11. november var fyrsti liður av kapping um at gera seg skikkaðan til EM í Ungarn, hálvan desember. Í Klaksvík fingu fleiri bronsu og silvurnálir, og eisini í Vági í hesum vikuskiftinum vóru nøkur, ið vunnu sær nakrar nálir.

Hesar nálir eru nakað undarligt nakað, um man ikki veit hvat tað merkir. So fyri at royna at lýsa tað sum frægast, kann sigast, at minsta krav til at vera við til FM í svimjing, er at ein hevur megnað at svomið sær til í minsta lagi eina bronsunál.


Nýtt klientel

Sostatt hevur føroyska svimjiítróttin fingið nýggj andlit inn í myndina, tí í hesum báðum umtalaðu kappingum hava fleiri nýggj og ung nøvn í svimjihøpi, vunnið sær rætt til at luttaka í FM kappingum framyvir.



Í Faktaboks:


Bronsunál: (verður latin svimjarum sum klára 305 ella fleiri FINA stig)


FO met

Kári J. á Høvdanum Ægir FO met í 50m rygg við tíðini 0.26.87

Pál Joensen SUSVIM FO met í 200m firvald við tíðini 2.11.03

Pál Joensen SUSVIM FO met í 200m blandað við tíðini 2.11.33

Pál Joensen SUSVIM FO met í 400m blandað við tíðini 4.37.01

------------------

Bronsu nálir:

Katrina Akursmørk Ægir í 50m frí við tíðini 0.35.30

Hanna Nysted SUSVIM í 200m frí við tíðini 2.50.52

Jarmund Steinkross SUSVIM í 200m bringu við tíðini 3.06.55

Jákup K Hansen HS í 50m frí við tíðini 0.31.54

Hanus á Tjaldrafløtti HS í 50m frí við tíðini 0.30.64

Eyðbjørg Jacobsen Flot í 50m frí við tíðini 0.35.87

Hanna R. Nysted SuSvim í 200m frísvimjing

Jarmundur Steinkross SuSvim í 200m bringusvimjing.