Fleiri nýggj partafeløg sett á stovn

Nýggj partafeløg eru sett á stovn seinastu vikuna, millum annað innan matgerð, útgerð og fastogn. In.fo skrivaði fyrr í dag um tvey teirra, Sp/f Tórshøll og ÍVF Garðalíð Matlist, men tey eru ikki tey einastu.

 

Í Vági hevur Petur Gardar Joensen stovnað Sp/f Logn, sum skal eiga og reka fiskiskip, herundir at gera og selja framleiðslur úr fiski, fígging og annað. Petur Gardar Joensen er sjálvur stjóri í felagnum.

 

Sambært Teyggjuni er Akraleiti einasta skipið hjá Sp/f Logn. Akraleiti hevur fiskiloyvi í bólki 4A.

 

Fleiri nevndarbroytingar eru eisini hendar, eins og at onkur feløg eru farin í konkurs, meðan onnur eru kallaði aftur úr skiftisrættinum.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni síggjast hjá Business Line.