Nú hava 10 nýggir, føroyskir filmar afturat fingið stuðul úr Mentamálum.
Talan er um heimildarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar. Játtanin til føroyskar filmar er tvær milliónir krónur í ár, og í hesum umfari varð ein góð hálv millión játtað í stuðuli.
Annars fingu tey 21 umsóknir og síðani hava tveir ráðgevarar, Vár B. Jacobsen og Magni Høgnesen, gjørt tilmæli til landsstýriskvinnuna um, hvør skuldi fáa stuðul.
Og tey, sum haa fingið stuðul í hesum umfari, eru:
Teitur Árnason Dahl: Filmurin, Zacharias, fær 105.000 krónur
Jón Hammer/IVF KYK Myndir: Filmurin, Experiment IX, fær 25.000 krónur
Eir í Ólavsstovu/Hugmynd: Filmurin, Havið, fær 50.000 krónur
Jón Hammer: Filmurin, Nordic Trips, fær 30.000 krónur
Maria Winther Olsen/Sp/f Toka Film: Filmurin, NINA, fær 90.000 krónur
Dávur Djurhuus: Filmurin, In Security, fær 50.000 krónur
Ingun í Skrivarastovu: Filmurin, Dreymar við havið, fær kr. 25.000 krónur
Theresa Jákupsdóttir: Filmurin, Føðing, fær 55.000 krónur
Annika á Lofti: Filmurin, Góða Mary, fær 97.000 krónur
Torfinnur Jákupsson: Filmurin, TROM, fær 30.000 krónur
Mentamálaráðið sigur, at ein a teimum mongu áhugaverdu filmunum, sum eru í æntu, er, at Dávur Djurhuus, sum vann Geytan fyri Terminal í 2013, arbeiðir nú við einum nýggjum stuttfilmi, In Security, sum er ein myrkur, stuttligur filmur um álvarsomu avbjóðingar av alsamt veksandi tørvinum hjá fólki at liva eitt tøkniligt lív við Facebook – og ynskinum hjá myndugleikunum at fylgja við í hesum lívi, sum alsamt minni kann kallast ”privatlív”.
Somuleiðis er Teitur Árnason Dahl er komin væl áleiðis við heimildarfilmi sínum, Zacharias, sum er um ein bónda á útoyggj í Føroyum.
– Hesin maður umboðar eina farna tíð í slitnum, veðurbardum og einføldum rammum og gevur gávumilt innlit í sína lívssøgu og ikki minst sín litfagra hugaheim. Teitur Árnason Dahl hevur eisini gjørt heimildarfilmin burturhugur frá 2001.
– Góða Mary er heitið á spælifilmi hjá Anniku á Lofti. Filmurin er um kærleika, forbodnan kærleika, fjaldan kærleika og óynsktan kærleika. Søgan verður søgd ígjøgnum ein stillan 12 ára gamlan drong. Annika á Lofti skrivaði leikritið til filmin Mist, ið vann áskoðaravirðisløn Geytans í 2012.