Fleiri mugu hava sæð bilin

Kriminalpolitiið biðjur so bønliga um hjálp frá fólki, sum kunnu geva upplýsingar um ein bil av hesum slagnum.

Tað er ein silvurgráur Skoda Fabia 1,2 hatchback árgang 2004.

Politiið hevur illgruna um, at bilurin varð brúktur til at beina Pidda Hansen av vegnum.

Fleiri upplýsingar eru komnar inn um, at bilurin er sæddur her og har, men allar hesar upplýsingar eru ikki líka ítøkiligar.

Politiið vónar at frætta frá fólki, sum hava sæð bilin frá 3. november og nakrar dagar fram.

Mikudagin fer kriminalpoliiitð aftur í rættin við varðhaldsfongslaða manninum við kravi um at fáa varðhaldsfongslingina longda.

Bergleif Brimvík, leiðari fyri kriminalpolitiið sigur, at politiið heldur nóg nógvar upplýsingar til, at grundarlag er fyri at leingja varðhaldsfongslingina, men tað er upp til dómaran at gera av, sigur hann.