– Trupulleikin við rúsevnum bara veksur í samfelagnum.
Tað sigur Martin Kúrberg, rúsevnisviðgeri, sum enn einaferð rópar varskó. Tað ger hann í samrøðu við Sosialin
Hann vísir á, at í 2022 fekk táverandi løgmaður handað 58 tilmæli um at tálma og fyribyrgja rúsevnismisnýtslu, og Martin Kúrberg saknar at síggja nakað til hesi tilmælini og ætlanirnar.
– Vit hava fleiri tilmælir, men tey liggja so langt frá veruleikanum, og tað er helst ein av orsøkunum til, at tey ikki vera sett í verk, sigur hann.
Yvirskipað heldur Martin Kúrberg, at tað er for nógv fokus á teori og for lítið fokus á praksis.
– Tá man skrivar tilmælir, so má man ganga út frá, at man hevur eina vitan frá tí umhvørvinum, sum man skrivar tilmælir um. Har haldi eg, at gloppið er for langt frá teimum ráðgevunum og politikarunum til tann veruleikan, sum fólk veruliga liva í, sigur hann.
– Vit mugu hava fleiri fólk við misbrúksbakgrund at arbeiða úti í markini. Vit hava for nógv fólk við teori og for fá fólk við praktiskum royndum, sigur hann millum annað í samrøðuni við Sosialin.
– Eitt, sum eg ofta fekk at vita á viðgerðarskúlanum var, at man skal hava kontaktina í ordan, áðrenn man skal gera nakra kontrakt við ein persón, sigur Martin Kúrberg, sum her meinar við, at tað nyttar ikki at seta allar møguligar ætlanir í gongd fyri onnur menniskju, áðrenn man kennir tey og teirra støðu ordiligt.
– Man má hava kontakt við hesa verðina, áðrenn man ger til mælir um hana. Man má skilja verðina. Ella verður tað bara eitt tilmæli uttan nakra tyngd.
– Um vit fara í gongd við kontraktina, áðrenn vit hava kontakt við menniskjað, so fer tað ikki at rigga. Man má skilja støðuna og persónin, sigur Martin Kúrberg í samrøðuni, sum kann lesast í Sosialinum hesaferð.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa Sosialin á www.sos.fo við at logga seg á við haldaranummarinum.