Fleiri meldurhvirlur í USA

Aftur í nátt vóru ógvusligar meldurhvirlur í USA, og myndugleikarnir siga, at minst seks fólk eru deyð. Hesaferð herjaðu meldurhvirlur statirnar Oklahoma og Kansas. Ein talsmaður fyri bjargingartænastuna í Oklahoma sigur, at stórir partar av býnum Piedmont eru javnaðir við jørðina. Hann sigur, at bjargingarfólk leita enn eftir fólki í húsaleivdunum.

Samstundis hava myndugleikarnir í statinum Missouri boðað frá, at tann ógvusliga meldurhvirlan, sum var har um vikuskiftið, hevur kravt 122 mannalív. Hetta er sostatt tann ringasta meldurhvirlan í USA í næstan 60 ár.