Fleiri mans skuldsettir fyri harðskap

Vikuskiftið hevur verið eitt sindur rokaligt, sigur løgreglan

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum hetta vikuskiftið, og løgreglan sigur, at tað hevur verið eitt sindur rokaligt, eisini.

Løgreglan sigur, at tey fingu fleiri ferðir fráboðanir um, at fólk vóru komin til ilnar og fyribils eru tveir mans eru skuldsettir fyri harðskap. Men løgreglan kannar eisini tvey onnur mál, har menn hava barst og tað eru ábendingar um, at eisini tær enda við skuldsetingum um harðskap.

Í onkrum føri hevur ein fingið nakrar pentur í andlitið og í onkrum øðrum føri hevur ein maður brotið eina tonn.

Løgreglan sigur, at tað var longu fyri midnátt, at fólk fóru at ringja at boða frá ófriði, bæði á gøtuni, og heima við hús hjá fólki, og tað hendi fleiri ferðir afturat, sum náttin leið.

Ofta sissa fólk seg, tá ið løgreglan møtir upp, men í tí eina førinum í nátt, var ein maður so ólátaður, at hann varð tikin við á løgreglustøðina at sova rúsin av sær. Tá ið hann vaknar aftur, sleppur hann útaftur, men tað verður við eini bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar um góðan atburð.

Annars var løgreglan fleiri ferðir boðsend, tí at fólk lógu avdottin í býnum, so. tey skuldu fáast á føtur aftur.