Fleiri mál um neyðtøku í landsrættinum

Eystari Landsrættur hevur síðstu tvær vikurnar verið í Føroyum

Føroya Rættur

Føroya Politi skrivar í dag, at Eystari Landsrættur mikudagin 13. mars viðgjørdi eitt mál, sum snúði seg um brot á § 222 í revsilógini um samlegu við barn undir 15 ár og § 232 um blúnisbrot.

 

Ein maður var í Føroya Rætti dømdur 7 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing í málinum. Landsrætturin setti dómin niður í 6 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing.

 

Hósdagin 14. mars 2024 var eitt mál um neyðtøku fyri í Eystara Landsrætti. Ein 23 ára gamal maður var í Føroya Rætti fríkendur fyri at hava neyðtikið eina 18 ára gamla kvinnu. Neyðtøkan skuldi vera framd í juli 2020, og tí áðrenn neyðtøkuásetingin í revsilógini var broytt til eina samtykkigrundaða áseting. Ákæruvaldið kærdi dómin við kravi um, at maðurin skuldi dømast. Eystari Landsrættur var tó samdur við Føroya Rætti og staðfesti frídømingina.

 

Fríggjadagin 15. mars 2024 fall dómur í einum máli um hóttanir og harðskap. Eystari Landsrættur staðfesti dómin hjá Føroya Rætti um, at ein maður í 30-unum skuldi dømast ein viðgerðardóm uttan longstutíð. Tað merkir, at maðurin skal geva seg undir psykiatriska viðgerð og skal vera undir eftirlitið av Kriminalforsorgini.

 

Mánadagin 18. mars 2024 viðgjørdi Landsrætturin enn eitt mál um neyðtøku. Hetta málið var um brot á nýggju samtykkigrundaða neyðtøkuásetingina. Ein 28 ára gamal maður, sum var fríkendur í Føroya Rætti, varð í Eystara Landsrætti dømdur 1 ár og 2 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið eina 23 ára gamla kvinnu í desember 2022.

 

Mikudagin 20. mars 2024 var eisini eitt mál, sum snúði seg um tveir harðskapstilburðir, brot á lóggávuna um rúsandi evni og vápnalógina. Tann ákærdi, sum áður er revsaður fyri harðskap, fekk 6 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Landsrætturin fríkendi hann fyri annan harðskapstilburðin, tí talan var um neyðverju og setti síðani dómin niður til 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing.

 

Níggju revsimál vóru upprunaliga á skrá, meðan landsrætturin var í Føroyum, men tvey mál blivu útsett. Annað bleiv ikki byrjað, meðan hitt er byrjað.

 

Føroya Rættur