Fyrst í november fór kriminalpolitiið inn á eitt arbeiðspláss í Havn og handtók ein mann.
Maðurin varð og er skuldsettur fyri blygnaðarskemd umvegis telduna.
Hann er undir illgruna fyri at hava samskift við ungar gentur um telduna, fingið tær at gjørt ymist, og hann hevur kunnað eygleitt tað, tær hava gjørt, á vevmyndartóli sínum.
Kriminalpolitiið heldur, at maðurin skal hava gjørt hetta bæði í og uttan fyri arbeiðstíð.
Hetta málið er ikki nakað eindømi.
Kriminalpolitiið veit um helt nógvar ungar ólukkuligar gentur, sum hava verið lokkaðar umvegis telduna til t.d. um lata seg úr framman fyri myndatólinum og ikki hava fatað, fyrr enn ov seint, at myndin var farin til móttakaran ella løgd á netið.
Ungar gentur verða ávaraðar ímóti at kjatta við ein og hvønn, tí ein, sum sigur seg vera ein ung genta, kann líka væl vera ein tilkomin maður. Tað ræður um at vera á varðhaldi, um eingin mynd av av tí, sum kjattað verður við.
Eisini ávarar politiið fólk og kanska serliga ungar gentur um ikki at geva nøkrum loyniorð sítt, tí vandin fyri ágangi er stórur.