Fleiri løstað í russiskum álopi í Kharkiv

Ukrainskir myndugleikar siga, at fimm av seks shahed-dronum, sum vórðu sendar avstað móti býunum, Mikolajiv og Kherson, vórðu skotnar niður.

Í minsta lagi átta fólk fingu løstir, tá ein russisk rakett rakti eina sløkkiliðsstøð í Kharkiv-regiónini síðstu nátt.

 

Tað var sløkkiliðsstøðin í ukrainska býnum, Izium, sum varð rakt í álopinum.

 

Sambært ukrainska innanríkisráðharranum, Ihor Klymenko, eru myndir at siggja av oyðilagda bygninginum og oyðiløgdum sløkkiliðsbilum.

 

Ukrainskir myndugleikar siga, at fimm av seks shahed-dronum, sum vórðu sendar avstað móti býunum, Mikolajiv og Kherson, vórðu skotnar niður.

 

Natalia Humeniuk, sum er talskvinna fyri ukrainsku hernaðarkommando'ina har suðuri í landinum, sigur, at ein av dronunum rakti.

 

- Dronan rakti undirstøðukervið í økinum, sigur talskvinnan, sum tó einki sigur neyvari um, júst hvørji mál vórðu rakt í russiska álopinum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.