Fiskamarknaður Føroya veit í dag at siga, at seks línuskip eru undir Íslandi, og fýra er undir Føroyum.
- Línuskipini undir Íslandi fáa mest av toski, blálongu, brosmu og so nakað av longu, svartkalva og hýsu.
Roknað verður við, at tvey ella trý línuskip koma inn at landa mánadagin og tvey ella trý onnur seinni í vikuni.
- Línuskipini undir Føroyum fiska mest longu, brosmu, tosk, svartkalva og blálongu. Møguliga landar onkur mánadagin, men helst landa tey flestu skipini seint í næstu viku, sigur marknaður.