Níggju dystir eru í EM-undankappingini í fótbólti í kvøld. Talan er um bólkarnar A, B og H, sum skulu spæla kl.19.45 við undantaki av dystinum ímillum Kasakstan og Kekkia í bólki A. Hann byrjaði longu kl.17.00.
Tvey norðurlond skulu í eldin í kvøld. Noreg, sum liggur miðskeiðis í bólki H, fær vitjan av Bulgaria, ið við trimum stigum hevur sama stigatal sum Noreg.
Í Reykjavík verður ógvuliga spennandi dystur ímillum Ísland og Holland. Ísland hevur tikið øll á bóli við at hava fult stigatal eftir fyrstu tveir dystirnar, og hava teir tískil møguleika at byggja víðari upp á framúr góðu gongdina í kvøld.
Dystirnir í kvøld eru hesir:
Bólkur A
Kasakstan – Kekkia
Ísland – Holland
Lettland – Turkaland
Bólkur B
Andorra – Ísrael
Bosnia-Hersogovina – Belgia
Wales – Kýpros
Bólkur H
Kroatia – Aserbadjan
Malta – Italia
Noreg – Bulgaria