- Seks føroysk ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi. Eitt kemur heim at landa mánadagin, og møguliga koma tvey heim at landa seinni í vikuni sum kemur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ísfiskalínuskipini í íslendskum sjógvi fáa mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu.
- Fýra frystulínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi. Tey eru nýliga byrjaði túr, so tað er óvist, nær tey koma inn at landa.
Fýra línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Eitt fiskar mest av longu og brosmu, og tvey fiska mest av toski og hýsu. Fjórða línuskipið undir Føroyum fiskar mest tosk og so nakað av svartkalva og blálongu.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey av skipunum, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa í vikuni sum kemur - og so koma hini bæði helst fyrst í aðru viku.