Fleiri línuskip landa í hesi vikuni

Sum henda vikan gongur, koma fleiri línuskip inn at landa, og tey fyrstu skipini landa longu í dag. Fleiri ísfiskatrolarar fiska makrel

Fiskamarknaður Føroya væntar, at tvey línuskip landa í dag. Bæði hava verið undir Íslandi og hava eina blanding av toski, brosmu, longu og so nakað av hýsu og blálongu.
- Seinni í hesi vikuni koma væntandi eini fýra ella fimm línuskip aftrat inn at landa. Eitt av hesum roynir undir Føroyum og hevur mest av longu og brosmu, meðan hini skipini royna undir Íslandi. Veiðan hjá skipunum undir Íslandi er serliga brosma, longa og toskur.
Um útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin er góður, og veðrið sær út til at gerast hampiligt.
- So, vit vóna, at nakað kemur upp á land av útróðrarfiski í hesi vikuni.

Fleiri fiska makrel
Djúpvatnstrolararnir eru allir á makrelveiði. Av partrolarunum eru tað bara fýra pør, sum í løtuni fiska upsa. Hinir allir fiska makrel.
- Eitt par kemur inn at landa í dag, og hini skipini koma seinni í hesi vikuni.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at ein trolbátur fiskar við lemmum, og veiðan er ein blandingur av toski, longu og upsa. Tveir trolbátar partrola eftir upsa.
- Trolbátarnir koma væntandi inn at landa tíðliga og miðskeiðis í hesi vikuni.
At enda vísir marknaður á, at tvey garnaskip eru til fiskiskap.
- Eitt fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð. Hitt skipið fiskar havtasku og kemur helst inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.