Í sínum metingum fyri hesa vikuna, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at seks línuskip eru undir Føroyum. Tvey eru undir Íslandi, og eitt er á Flemish Kap.
- Fýra linuskip undan Føroyum - tvey av Rygginum og eitt undan Íslandi - koma at landa í dag. Skipini hava mest av toski, brosmu, longu, svartkalva og blálongu.
Lagt verður aftrat, at í morgin kemur línuskipið, sum hevur verið á Flemish Kap, inn at landa.
Sosialurin kann leggja aftrat, at hetta er línuskipið Váðasteinur, og veiðan hjá teimum á fjarskotnu leiðini er toskur.
- Seinni í vikuni kemur eitt línuskip undan Íslandi inn at landa. Veiðan er ein blandingur av toski, brosmu, longu, blálongu og svartkalva.
Um útróður veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður helst skiftandi.
- Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu, og onkur roynir við kalvalínu.
Partrolararnir fiska allir upsa, men fiskiskapurin er misjavnur og heldur smáligur. Hesi skipini koma inn at landa, sum vikan gongur.
Tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fríggjadagin, var eingin djúpvatnstrolari til fiskiskap, men væntandi fóru teir út í vikuskiftinum.
Fríggjadagin var bara ein trolbátur til fiskiskap. Hann fiskar tosk og kemur helst inn at landa síðst í hesi vikuni.
Væntandi er eisini, sigur Fiskamarknaður Føroya, at eitt garnaskip, sum er til fiskiskap, kemur inn at landa síðst í hesi vikuni.
- Tvey onnur garnaskip eru eisini til fiskiskap eftir svartkalva. Tey frysta veiðina umborð. Sum skilst, er veiðan hjá garnaskipunum einki serlig í løtuni, sigur marknaðurin.