Fleiri løntakarar fimta mánaðin á rað

Fimta mánaðan á rað eru fleiri løntakarar samanborðið við mánaðin fyri. Tað boðar Hagstovan frá

Seinasta hálva árið eru fleiri farin at arbeiða í fiski- og alivinnuni og í privatu tænastuvinnunum. Byggivinnan stendur nærum í stað, og innan almennar tænastur vóru færri til arbeiðis.

Fyri løntakarar er gongdin hvørt ár, at tað eru fæst um veturin og flest um summarið. Tískil ber illa til at samanbera gongdina frá november til apríl við fullari teljing, tí tá vil altíð verða vøkstur. Verða tølini árstíðarjavnaði, ber væl at samanbera gongdina mánað fyri mánað, og tá ber til at gera niðurstøður sum ikki eru møguligar annars.

Hinvegin vísir full teljing hvussu nógv veruliga vóru til arbeiðis í einum givnum mánaða, men tá avmarkar samanberingar við undafarin tíðarskeið seg við t.d. at tað bert gevur meining at samanbera við sama mánaða árið fyri.

Í løtuni verða bert høvuðstølini árstíðarjavnaði, tað er talið av løntakarum og býti á høvuðsvinnugrein. Restin av upplýsingunum eru bert í fullari teljing, tað er t.d. løntakarar flokkaðir eftir aldursbýti, sýslu og vinnugrein. Onkur av hesum talrøðum ber illa til at árstíðarjavnað, tí tølini eru smá og onnur kunnu javnast um tað verður mett neyðugt, sigur Hagstovan