Tað eru einar 10-15 kvinnur um árið, sum leita sær ráðgeving hjá Gigni um fosturtøku
Tað sigur Sólrun Foldbo, Fakligur leiðari á Gigni.
Fosturtøka er ein spurningur, ið verður reistur í Føroyum við jøvnum millumbili. Og hann er aftur uppi beint nú, eftir at politiska ungmannafelagið hjá Miðflokkinum reisti hann herfyri, og ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum síðani tók táttin upp.
Í 2014 varð avgjørt, at tær kvinnur í Føroyum, sum umhugsa fosturtøku, skulu fáa tilboð um ráðgeving um fosturtøku og tað varð Gigni, sum fekk til uppgávu at hava hesa ráðgevingina um hendi. Sostatt er fosturtøkuráðgeving nú ein partur av arbeiðnum hjá Gigni.
Sólrun Foldbo sigur, at hendan ráðgevingin er eitt tilboð til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku og tað er sostatt ikki eitt krav at tær skulu fáa ráðgeving.
Hon sigur, at tað fyrsta árið, fosturtøkuráðgevingin var, vóru tað nakrar kvinnur, sum brúktu hendan møguleikan, men í fjør og í fyrrárið hava tað verið einar 10-15 kvinnur um árið, sum hava biðið um ráðgeving.
– Men umframt tær kvinnur, sum beinleiðis leita sær fosturtøkuráðgeving hjá Gigni, hitta smábarnaheilsufrøðingar og skúlaheilsufrøðingar, eisini í sínum dagliga arbeiði, kvinnur, sum hava tørv á tílíkari ráðgeving, sigur Sólrun Foldbo.
Tær kvinnur, sum leita sær forsturtøkuráðgeving hjá Gigni, kunnu vera dulnevndar og tann møguleikin verður nógv brúktur, tí tær flestu kvinnurnar, ið leitar sær ráðgeving, eru dulnevndar.
Av tí sama hevur Gigni ikki hagtøl ikki hagtøl yvir, hvussu gamlar tær kvinnur, sum leita sær fosturtøkuráðgeving, eru.
Ráðgevingin fer fram bæði í telefon, við telduposti og við persónligum samrøðum.
Sólrun Foldbo sigur, at tað eru fyrst og fremst heilsufrøðingar, sum eru knýttir at fosturtøkuráðgevingini, ið geva ráðgevingina. Men er tørvur á tí, fær Gigni eisini aðrar fakbólkar upp í ráðgevingina, alt eftir tørvinum, hvør einstøk kvinna hevur.
Fakligi leiðarin á Gigni sigur, at tá ein kvinna biðjur um ráðgeving um fosturtøku, er tað aloftast tí at hon er í eini tvístøðu um hon skal fáa fosturtøku, ella um hon skal bera barni.
– Og í hesum sambandi eru spurningarnir nógvir, og trupulleikarnir ymiskir. Talan kann vera um ivamál um alskyns viðurskifti, bæði fíggjarlig, sosial og sálarlig viðurskifti, sigur Sólrun Foldbo.
– Men kvinnurnar hava eisini spurningar um løgfrøðilig viðurskifti, stuðulsmøguleikar, netverk, sjálvsmenning, útbúgving, og mangt annað, leggur hon afturat.
Hon sigur, at allir heilsufrøðingar í Gigni hava eina grundútbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingar umframt eina ískoytisútbúgving sum heilsufrøðingar.
– Vit veita dagliga ráðgeving til bæði vaksin, ung og børn, men tá ið tað varð avgjørt, at Gigni eisini skuldi standa fyri ráðgevingini um fosturtøku, fingu heilsufrøðingarnir førleikamenning í sosialfakligum, løgfrøðiligum, etiskum og sálarfrøðiligum viðurskiftum, sum kunnu stinga seg upp í samband við fosturtøkuráðgeving, sigur Sólrun Foldbo.
Gigni hevur eisini gjørt eitt kort um fosturtøkuráðgevingina, sum liggur alment frammi í viðtaluhølum hjá kommunulæknum og aðrastaðni.