ES-nevndin hevur í dag samtykt at leggja fram eitt uppskot til eina nýggja lóg, sum skal áseta eitt minstamark fyri, hvussu nógvar kvinnur skulu vera í nevndum í vinnufeløgum í limalondunum.
-Hetta er avgreitt. Nevndin hevur tikið undir við uppskoti mínum um eina lóg, sum skal áseta, at í seinasta lagi í 2020 skulu í minsta lagi 40 prosent av nevndarlimunum vera kvinnur, skrivaði kommiserurin í lógarmálum, Vivian Reding (myndin), á sína Twitter-síðu fyrrapartin.