Fleiri kvinnur eru fyri harðskapi

Seinastu tíðina hava alsamt fleiri kvinnur vent sær til Kvinnuhúsið, tí tær eru fyri harðskapi av ymsum slag. – Tað er einki at ivast í, at bókin um harðskap í parløgum er ein av høvuðsorsøkunum til at kvinnur, vit ikki hava sæð fyrr, nú tora at leita sær hjálp. Tað sigur Elin Reinert Planck, sum er leiðari í Kvinnuhúsinum

- Vit hava í seinastu í stóran mun upplivað, at kvinnur, ið ikki hava verið her áður, koma til okkara at leita sær hjálp, tí tær eru fyri harðskapi. Tað eru kvinnur, sum hava havt ilt við at sameina seg við ta typisku myndina av eini kvinnu, sum er harðskapsrakt, men eftir at tær hava lisið bókina Um bara hann sló meg, hava tær innsæð, at harðskapsraktar kvinnur eru í øllum samfelagsløgum.

Soleiðis sigur leiðarin á Kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck. Í januar mánaði í fjør fekk Kvinnuhúsið tilsamans 52 áheitanir, meðan talið frá januar í ár er vaksið til 79 áheitanir. Serliga ein orsøk er til økta talið av áheitanum í ár, og tað er bókin Um bara hann sló meg eftir Súsonnu Skaale, sálarfrøðingi.


Fleiri áheitani

- Longu nú duga vit at síggja, at bókin hevur havt stóra ávirkan, tí vit hava havt fleiri kvinnur her í Kvinnuhúsinum, og eg meti eisini, at vit hava fingið fatur á einum breiðari bólki av kvinnum, sum eru fyri harðskapi, sigur Elin Reinert Planck.

Hon vísir á, at harðskapsraktar kvinnur ofta hava torført við at síggja seg sjálvar sum kvinnur, ið eru fyri harðskapi av ymsum slag.

- Ein rættiliga vanlig fatan av harðskapsraktum kvinnum er, at tað er ein homogenur bólkur, tað vil siga, at ofta hava vit eina ávísa mynd av, hvussu ein harðskapsrakt kvinna er sum persónur, hvussu hon sær út of so framvegis. Men tað er júst hesa myndina, sum bókin ger upp við, fortelur Elin Reinert Planck og leggur afturat, at fleiri kvinnur kenna seg aftur í onkrum av dømunum, sum eru í bókini.

- Harðskapur er soleiðis, at kvinnan meir ella minni trýr, at tað er hennara egni atburður, sum útloysir harðskapin. Við at lesa bókina kunnu tær síggja, at tað ikki er soleiðis, harðskapur í parløgum hongur saman, sigur Elin Reinert Planck og heldur fram:

- Tað er ikki soleiðis, at vit síggja eina so at siga nýggja týpu av kvinnum her nú, tí øll árini frammanundan hava vit sæð kvinnur úr øllum samfelagsløgum. Men tað eru heilt greitt fleiri kvinnur, sum nú venda sær til okkara, sigur Elin Reinert Planck.

Talið fer at hækka

Leiðarin á Kvinnuhúsinum ivast ikki í, at talið á áheitanum frá harðskapsraktum kvinnum fer framhaldandi at vera hægri næstu mánaðirnar samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

- Eg veit fleiri dømi um kvinnur, sum hava ognað sær bókina, men hava lagt hana til síðis, tí tær ivast í, um tær nú kunnu kenna seg aftur í søgunum, sum eru í bókini. Í roynd og veru eru tær bangnar fyri veruleikanum, sigur Elin Reinert Planck og leggur afturat, at enn hava tey í Kvinnuhúsinum ikki sær hæddarpunktið av ávirkanini av bókini.

- Eg ivist onga løtu í, at vit fleiri kvinnur fara at venda sær til okkara næstu tíðina. Mann lesur ikki bókina og ringir síðani alt fyri eitt til Kvinnuhúsið. Tá ein harðskapsrakt kvinna lesur bókina, setur tað nakrar tankar í gongd, sum fyrst skulu sodnast og síðani búnast við tíðini. Tí haldi eg meg kunna siga, at tað er ein tankagongd, sum fyrst skal byrja, og eftir eina tíð síggja kvinnurnar, hvørjari støðu tær eru í og velja at leita sær hjálp, greiðir Elin Reinert Planck frá.

Tað júst støðuna, ið tær eru komnar í, sum harðskapsraktar kvinnur ofta hava torført við at viðganga fyri sær sjálvum. Her er bókin við frásagnum frá harðskapsraktum kvinnum ein stór hjálp, metir leiðarin í Kvinnuhúsinum.

- Frásagnirnar í bókini hava hjálpt harðskapsraktum kvinnum til at innsíggja, hvørjari støðu tær eru í. Fyri at ein kvinna skal kunna gera nakað við støðuna, sum hon er í, má hon fyrst og fremst viðganga fyri sær sjálvari, hvørjari støðu hon er í. Og tað er ikki altíð líka lætt, sigur Elin Reinert Planck.


Eitt frambrot í hjálpini

Í Kvinnuhúsinum veita tey harðskapsraktum kvinnum hjálp av ymsum slag. Í fjør byrjaði Kvinnuhúsið á fyrsta sinni at bjóða fakliga viðgerð og vísa til sálarfrøðing. Afturat tí verður skipað fyri bólkum, har kvinnur kunnu savnast um ein felags trupulleika, sum er harðskapur.

- Vit, sum arbeiða í Kvinnuhúsinum, hava drúgvar royndir við hesum kvinnunum og kunnu tosa við tær og hjálpa teimum til at koma úr støðuni. Hinvegin kann ein sálarfrøðingur veita eina fakliga hjálp og fara í dýpdina, og hasir báðir møguleikarnir saman er ein fullkomin kombinatión. Eg vil siga, at tað, at vit kunnu vísa kvinnunum til sálarfrøðing, er eitt satt frambrot fyri okkara arbeiðið, sigur Elin Reinert Planck.

Sjálv heldur hon, at tey tvey ársverkini, sum starvast í Kvinnuhúsinum, náa at hjálpa øllum teimum, kvinnunum, sum venda sær til Kvinnuhúsið. Eisini hóast talið á áheitanum ivaleyst fer at vaksa.

- Men sjálvandi hevði eg ynskt, at vit kundu gjørt enn meir, men tað krevur pengar, sum vit í løtuni ikki hava, sigur Elin Reinert Planck og vísir á, at eitt nú kundi hon hugsað sær at sett meira inn fyri bólkum og gjørt meira við at hava skeið í evninum.