Fleiri kunnu blíva 100

Børn, sum verða borin í heim í londum, har fólk liva leingi, kunnu rokna við at fylla 100. Tað stendur at lesa í grein í tíðarritinum The Lancet. Greinin byggir á kanningar hjá granskarum, sum hava kannað hagtøl í meiri enn 30 londum.

Granskararnir siga, at longri livialdur fer at økja eftirspurningin eftir tænastum á heilsuøkinum, men tað er kortini lítið samanborið við tær øktu útreiðslurnar til pensjónir, siga teir.

Teirra uppskot er, at fólk eru á arbeiðsmarknaðinum sum longst.