Aftan á yvirgangsatsóknina at World Trade Center og Pentagon tann 11. september í 2001 róstu amerikanararnir sløkkiliðsmonnunum og løgreglumonnunum í New York fyri tað stóra bjargingararbeiðið.
Men nú fáa sløkkiliðið og løgreglan eitt annað skoðsmál. Undir einari hoyring týsdagin kom fram, at høvdu tær báðar tænasturnar ikki kappast ímóti hvør aðrari, høvdu tær ivaleyst kunnað bjargað nógvum av teimum, sum lótu lív. Harafturat kom fram, at bjargingarútgerðin var yvirhøvur sera vánalig.
-Tað, sum løgreglan og sløkkiliðið gjørdu, var ikki meiri, enn eitt skótalið kundi gjørt, segði ein av limunum í teirri serligu nevndini, sum kannar umstøðurnar aftan á atsóknina.
Undir hoyringini kom millum annað fram, at fólk, sum vóru í teimum báðum bygningunum, og sum bóðu um hjálp, fingu mótsigandi upplýsingar frá teimum báðum tænastunum. Eitt nú fingu summi boð um at verða verandi á skrivstovunum, meðan onnur fingu boð um at kvika sær út sum skjótast. Fólk, sum spurdu, hvørja hædd flogførini høvdu rakt, fingu einki svar.