Fleiri koyrdu ov skjótt

Um vikuskiftið hevur politiið í Havn gjørt fleiri ferðmátingar í Kaldbaksbotni. Leygarkvøldið vóru fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Har vóru tveir, sum koyrdu heili 150 km/t, meðan ein koyrdi 127 km/t og hin seinasti 116 km/t.
Ein bilur var eisini stolin í Kollafirði sunnudagin. Hann varð funnin aftur uttanfyri Keypsamtøkuna í Runavík mánamorgunin. Bilurin hevði ongan skaða fingið, men politiið veit ikki, hvør hevur stolið bilin.
Annars hevur verið friðarligt um vikuskiftið. Politiið upplýsir, at tveir hava verið og yvirnáttað í brummuni. Annars hava fleiri, sum eru avdottin í býnum, verið koyrd til hús.
Ein lítil venjing var í Vágatunlinum sunnukvøldið. Hetta var í sambandið við útkalling og líknandi í Vestmanna, Kvívík og Sandavági.