Fleiri jólatiltøk í Sandoynni

Teir næstu dagarnar verða fleiri ymisk jólatiltøk í Sandoynni.

Í morgin - leygardagin 23. november - verða tvey tiltøk í Sandoynni, ið líka sum hoyra jólunum til. 

 

Jólasøla verður í Akselsa handli á Grótteigum á Sandi, sum Sands Fornminnafelag skipar fyri, og í Húsavík verður ræstkjøtaveitsla í bygdahúsinum Sólarrisi.

 

Sunnudagin 24. november er eisini eitt tiltak á skránni í Sandoynni, og tá verður jólasøla í ungmannafelagnum Virkinum á Sandi.

 

Tey næstu tiltøkini, sum eru á skránni í Sandoynni í sambandi við jólini, eru jólabingo á Sandi hin 27. november - og hin 30. november leggur jólaskipið til bryggju á Sandi.

 

Hin 1. desember verða tiltøk bæði í Skopun og í Skálavík. Í Skopun verður jólastova í bygdarhúsinum Samljóði, og í Skálavíkar kirkju verður aftankvirra.

 

Enn eru tvey tiltøk eftir í oynni, og hesi verða bæði hin 7. desember, tá dunnuveitsla verður í Virkinum á Sandi - og jólasøla verður í skúlanum í Húsavík.