Fleiri javnleikir eru sannlíkir í øðrum umfari

(Rás2) Teitur Joensen og Tróndur Arge mettu um Betri Deildina hjá monnum í fótbóltspanelinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinna partin av sendingini Fótbóltspanelið, sum var partur av SportBoxini á Rás2 í dag.

 

Í hesum partinum litu Teitur Joensen og Tróndur Arge fyrst aftur á fyrsta umfar í Betri Deildini hjá monnum.

 

Eisini mettu Teitur og Tróndur um annað umfar í Betri Deildini, sum verður leikt í morgin:

 

Klokkan 15 HB-Víkingur (Rás2 sigur frá dystinum)

Klokkan 16 NSÍ-KÍ

Klokkan 16 Skála-B36

Klokkan 16 07 Vestur-Suðringar

Klokkan 17 EB/Streymur-AB

 

Teitur og Tróndur geva 07 Vestur eina greiða favorittstøðu ímóti Suðringum, og teir hella til EB/Streym ímóti AB, men í hinum trimum dystunum meta teir ein javnleik at verða rættiliga sannlíkan.