Fleiri hundrað springarar

Størri bólkurin, sum var funnin stutt fyri klokkan 11 fyrrapatin út fyri Dalsfles, og gekk suðureftir, verður nú hildin til í Hvalba.

 

Talan er um ein stóran bólk, men sambært okkara keldum er alt springarar.

 

Drápið er ikki liðugt enn, men sagt verður, at talan er umfleiri hundrað springarar.

 

Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at fyrst verða springararnir merktir, og síðani verður støða tikin til, hvat gjørt verður.

 

in.fo fylgir málinum