Klokkan 18 letur tjaldingarplássið á G! Festivalinum upp, men longu tíðliga seinnapartin settu tey fyrstu fólkini seg uttanfyri portrið at bíða fyri at tryggja sær tey bestu plássini
Og nú, ein tíma áðrenn tjaldingarplássið letur upp, eru longu fleiri hundrað fólk í í bíðrøðini.
Tað frættist úr Gøtu, at lagið er gott, men tað kann tað eisini saktans vera, tí veðrið er av tí besta við tað, at tað er turt og stilli.
Nógv av fólkunum eru í sermerktum klæðum og hava skelti og annað forvitnisligt og stuttligt við sær.
Tey vænta yvir 1000 fólk á tjaldingarplássið og sostatt verður fólkatalið í Gøtu tvífaldað bara í dag - men teir næstu dagarnar eru nøkur túsund fólk væntandi afturat.