Fleiri hundrað útróðrarmenn sita nú og trilla tumlar

Hendrik Old sigur, at hann nú fer at heita á Løgmann um at syrgja fyri, at gamlir menn og aðrir, sum hava útróður til hjávinnu, aftur sleppa til útróðrar

Útróður

? Tá ið Jørgen Niclasen ikki klárar at gera nakað við tað, má løgmaður taka um endan.
Hendrik Old, løgtingsmaður, fer nú at heita á løgmann um at fáa skil á viðurskiftunum hjá teimum, sum hava útróður til hjávinnu.
Fiskidagarnir hjá Bólki B vóru uppi tíðliga í desember og hóast Jørgen Niclasen tvær ferðir fyri jól lovaði at loysa trupulleikan, er onki hent enn.
? Tí fari eg nú at heita á Løgmann um at fáa viðurskiftini í rættlag beinanvegin, tí annars sleppa teir ikki útaftur, fyrrenn í mars, sigur Hendrik Old.
Og verður gott veður ár Norðhavinum í vár, liggja teir longu aftur, áðrenn vanligi summarróðurin byrjar.
Hann sigur, at á fyrsta spurnartíma í Løgtinginum, sum verður mikudagin,fer hann at spyrja Løgmann um hann ikki kann taka um endan, so at teir hundraðtals útróðarmenninir, sum nú hava ligið uppi á turrum og hugt út á hav í fínastu líkindum, nú sleppa at loysa aftur.

Hvat er at gera
Hendrik Old sigur, at teir mestu av teimum, sum eru raktir, hava smáar bátar, sum fiska inni við land og tað kann ikki vera meiningin at leggja teir lamnar, samstundis sum tey stóru skipini fiska at kalla frítt.
?Tað eru 260 bátar í bólki B og teir hava ligið á turrum í ein mánað nú og tað kann ikki ganga, tí teir oyða ongan stovn.
? Tá ið skipanin varð sett í verk, vóru 115 bátar í bólki B. men tá ið teir nú eru tvær ferðir so nógvir, ganga dagarnir undan beinanvegin.
Bólkur B eru fyri parttíðar útróðrarmenn og tða er skjótt at enda í bólkinum, tað kann bæði veður og annað gera, at menn fara úr bólkinum fyri fultriknar útróðrarmenn, niður í bólk B.
?Hetta er fyri ein part gamlir menn, sum hava útróður sum ískoyti til pensjónina og fyri at fáa tíðina at ganga. Annars eru tað nógvir menn á smábygd, sum eru í hesum bólki.
? Og hvat skulu gamlir menn, sum hava verið útróðrarmenn alt lívið, og hvat skulu bygdarmenn gera, tá ið teir ikki sleppa at rógva út.
Hetta eru menn, sum liggja í einum fjarðarmunna og fáa nakrar fiskar, ella sum binda í ein aliring og fáa eitt sindur, sum teir avreiða.
Og tað er nógv fyri, at teir skulu liggja lamnir í verðsins fínasta veðri.
Hendrik Old sigur, at hann tí fer at heta á Løgmann um at bera so í bandi at fáa eina politiska semju um, hvussu hesir kunnu sleppa til útróðrar aftur sum skjótast.
? Ein loysn kann vera at taka teir partvíst burturúr skipanini, so at teir ikki verða avroknaðir fyri ein fiskidag, fyrrenn teir hava avreitt 800 ella 1000 pund, sigur Henrik Old.