Hóast fleiri túsund føroyingar hava latið seg kannað fyri CTD, so er kortini fleiri hundrað fólk á landssjúkrahúsinum í dag, sum nú vilja kannast fyri sjúkuna. Føroyingar í túsundatali hava latið seg kanna fyri CTD seinastu mánaðirnar, og í dag ger Landssjúkrahúsið aftur CTD kanningar.
Fleiri hundrað føroyingar standa í bíðirøð á landssjúkrahúsinum, tí tey skulu lata seg kanna fyri sjúkuna.
Tey eru so nógv, sum í dag vilja kannast, at kanningarnar fara at taka heilar fýra tímar hjá landssjúkrahúsinum at avgreiða.
Landssjúkrahúsið boðar eisini frá, at ætlanin er at kanna fleiri føroyingar fyri CTD í nærmastu framtíð.