Fleiri havar á Argjum jaglaðir upp av seyði

Eigarin hevur fingið boð um at syrgja fyri at hava seyðin innistikaðan, sigur aktingarmaðurin

Seinastu dagarnar hava fólk í einum grannalagi á Argjum havt stórar trupulleikar av seyði, sum hevur gingið leysur. Av tí sama eru fleiri havar hjá fólk jaglaðir upp og í summum havum er ikki eitt blomstur eftir, og runnar eru avbitnir.

Aktingarmaðurin hjá kommununi, Sigurð Hansen, ásannar, at talan er um ein trupulleika. Hann sigur, at seyðurin er farin ígjøgnum hol í stikinum, men at eigarin hevur fingið boð um at syrgja fyri at hava seyðin innistikaðan, og at fáa viðurskiftini í rættlag alt fyri eitt. Og hann væntaði, at trupulleikin verður loystur í dag.

 

##med2##

Men aktingarmaðurin sigur, at tað er kemur av og á fyri, at seyður sleppur úr stikum. Men viðhvørt er tað eisini talan um ósketni, ella beinleiðis herverk.

Tað hendir seg meiri enn so, at fólk ganga um hagaportur, uttan at lata tey aftur eftir sær, men tað hendir seg eisini, at fólk rætt og slætt klippa hol í stikini fyri at fara ígjøgnum.

Nógv brúka heilt fitt av tíð til at hjúkla um havan og planta blomstur og runnar av ymsum slagi tí tey finna eina fragd í tí.

 

##med3##

Og tí skilur aktingarmaðurin eisini, at tá vera heilt ómetaliga ørkymlandi at ein seyður so kemur sleppur inn og ger av við alt upp á eina lítla løtu.