Myndin av Kjell Arne Lundin, vaktleiðara hjá sýslumanninum á Svalbard, er privat. Hann heitir á fólk, sum fara túrar á Svalbard, um at vera ansin og taka atlit til mangan truplu umstøðurnar.

Fleiri hava fingið skaðar á Svalbard

- Vit heita á øll um at vera ansin og ikki taka nakrar kjansir, sigur Kjell Arne Lundin, vaktleiðari hjá sýslumanninum á Svalbard.

Myndin av Kjell Arne Lundin, vaktleiðara hjá sýslumanninum á Svalbard, er privat. Hann heitir á fólk, sum fara túrar á Svalbard, um at vera ansin og taka atlit til mangan truplu umstøðurnar.

Seinastu dagarnar hava fleiri, sum eru farin túrar á Svalbard, fingið ymiskar løstir.

 

- Bjargingartyrlan hevur havt nógv at gera, sigur Kjell Arne Lundin, vaktleiðari hjá sýslumanninum við Svalbardposten.

Hann vísir á, at bjargingartyrlan nærum dagliga hevur verið í luftini og hevur bjargað fólki, sum eru komin illa fyri.

 

- Vit heita á øll um at vera ansin og ikki taka nakrar kjansir.

 

Kjell Arne Lundin sigur, at tað er skjótt at koma soleiðis fyri, at persónsskaði stendst, og slíkum vilja tey helst sleppa undan.

 

 

 

Myndin av Kjell Arne Lundin, vaktleiðara hjá sýslumanninum á Svalbard, er privat. Hann heitir á fólk, sum fara túrar á Svalbard, um at vera ansin og taka atlit til mangan truplu umstøðurnar.