Fyri umleið einum tíma síðani rykti svenska løgreglan út til miðnámsskúlan Malmö Latin, har okkurt álvarsamt skal vera hent.
Løgreglan váttar fyri SVT, at fleiri næmingar hava fingið skaða, og at málið verður viðgjørt sum ógvusligt brotsverk. Ein persónur skal vera handtikin.
Aftonbladet skrivar, at rektarin á skúlanum hevur sagt teimum, at "deyðiligur harðskapur fer fram á skúlanum”, men í løtuni sigur løgreglan bert, at tey royna at fáa greiðu á støðuni.
Umleið 1100 næmingar ganga á Malmö Latin, og næmingar søgdu við SVT, at løgreglufólkini vóru vápnað, tá ið tey komu til skúlan, og næmingarnir vóru bidnir um at fara av skúlanum.
Næmingarnir hava verið leingi í skúla í dag, tí tey fyrireika sangleik.











