Í gjár, og í nátt, hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna og úrslitið av tí er, at fleiri hava fingið bót.
Bilførarar hava fingið bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu, og aðrir bilførarar fingu bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær. Ein maður á prutli fekk bót, tí hann hevði ikki koyrikort og tann, sum eigur prutlið, fær bót fyri at lata hinum prutlið, hoast hann visti, at hann ikki hevði koyrikort.
Løgreglan hevur eisini verið í Sandoy og eisini har vórðu bilar steðgaðar. Í tí eina førinum høvdu tey, sum vóru í tí eina bilinum, sum varð kannaður, eina lítla nøgd av hassji uppi á sær, og tað fær viðkomandi bót fyri. í gjárkvøldið koyrdi ein bilførari eisini á ein seyð í Ørðavík og í tí sambandi fekk bilurin nakað av skaða-
Løgreglan sigur, at fólk, sum leggja merki til okkurt óvanligt, eru ófør at ringja til løgregluna. Og tað er aftur hent nú, tað varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur stóð parkeraður í Funningsbotni, har bilar ikki plaga at standa.
Tann, sum ringdi hevði verið hjá bilføraranum, sum hevði fortalt, at hann hevði verið til arbeiðis, men varð vorðin so troyttur, at hann helt, at tað var ráðiligast at fáa sær ein blund, áðrenn hann helt leiðina fram.
Men fyri at binda um heilan fingur, ringdi hann til løgregluna, og sostatt varð bilførarin eisini kannaður. Men løgreglan fekk so bara vátta, at tað var ikki annað enn tað, at bilførarin var ov troyttur at koyra bil og tí hevði hann sett bilin eina løtu at fáa sær ein lúr.