Sambært samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni, so skulu munandi broytingar gerast á rúsdrekkasøluøkinum. Tað er bara Rúsdrekkasølan, sum hevur loyvi at innflyta og selja rúsdrekka í Føroyum, og soleiðis hevur verið, síðani rúsdrekkalógin varð broytt í 1992.
Síðani føroysku bryggjaríini sluppu at bryggja sterkt øl í 1980, hava tey eisini kunna selt sínar vørur beinleiðis frá bryggjaríunum. Áðrenn rúsdrekkalógin varð broytt í 1990, varð hetta gjørt umvegis postverkið. Tað varð gjørt soleiðis, at tú bílegði sjálvur ølið frá Føroya Bjór, men fekk eitt girokort sendandi við postinum, sum tú rindaði á posthúsinum, og so kundi tú heinta vøruna frá bryggjarínum.
Ein slíkur handil tók tá einar tveir dagar.
Men tá rúsdrekkalógin varð broytt í 1992, fór skipanin við girokortinum í søguna, og bryggjaríini kundu selja beinleiðis til kundan.
Tá lógin aftur varð broytt í 2012, tá loyvt varð at bryggja sterkari øll enn 5,7 prosent í Føroyum, sluppu bryggjaríini tó ikki at selja hetta sterkara ølið úr egnum handli. Alt skuldi ígjøgnum Rúsuna.
Og tá føroysk skeinkistøð keypa øl frá føroysku bryggjaríunum, so kunnu bryggjaríini bara selja teimum veikara ølið, meðan sterkara ølið skal keypast frá Rúsuni.
Hetta verður nú sambært samgonguskjalinum broytt. Og í framtíðini kunnu tey, sum bryggja sterkt í Føroyum eisini selja sínar vørur beinleiðis til brúkaran. Tí kann til dømis Føroya Bjór hava handil, har tey kunnu selja allar sínar vørur, alt slag av øli og rúsdrekka.
Innflutningsmonopolið verður eisini broytt, tí sambært samgonguskjalinum, so fær matstovuvinnan loyvi at innflyta vín og øl beinleiðis.