Fleiri gjørdu bart

Tilsamans 33 konufólk og 24 mannfólk vóru við í steypakappingini í amboðsfimleiki leygardagin í Fimi, har fleiri fimleikarar vunnu meira enn bara ta einu greinina

Leygardagin var onnur av trimum steypakappingum í amboðsfimleiki í Fimi í Havn. Gentur og smágentur løgdu til brots longu fyrrapartin, og seinnapartin stóðu so kvinnur, menn, kvinnu- og mansunglingar og dreingir fyri tørni.
Konufólkini kappaðust í lopi og forskotnari barr, og menninir í gólvi, reck og paralellari barr.
Hjá kvinnum, har 11 fimleikarar kappaðust, vunnu Kristina Toftegaard og Katrin Wardum úr HF hvør sína kapping. Kristina vann í lopi við 14,00 stigum og Katrin í forskotnari barr við 9,75 stigum, og tær báðar gjørdust eisini nummar tvey í greinini, tær ikki vunnu. Í lopi gjørdist liðfelagi teirra, Eydna Danielsen, nummar trý, og í forskotnari barr fekk Anita S. Davidsen úr Støkk triðja plássið.
Bára Persson úr HF vann hjá kvinnuunglingum í lopi við 11,30 stigum og gjørdist nummar tvey í forskotnari barr, har Annika B. Hansen úr Støkk vann við 8,05 stigum. Í lopi var Eyðvør W. Samuelsen úr Ljósinum nummar tvey og Edna Maria Debes úr HF nummar trý, og á triðja plássi í forskotnari barr bleiv Bjarta Jansdóttir úr HF nummar trý. Kvinnuunglingarnir vóru 12 í tali.
Hjá gentum vóru tilsamans 10 gentur úr HF og Ljósinum, ið kappaðust, og vann Bjørt H. Joensen úr HF báðar greinirnar við ávikavist 22,93 stigum í lopi og 20,10 í forskotnari barr.

Fleiri gjørdu bart
Allir tríggir íðkararnir hjá monnum vóru úr Havnar Fimleikafelag, og her vann Rósing Dam tvær kappingar – á gólvi við 14,30 stigum og í barr við 12,50 stigum – og gjørdist nummar tvey í tí triðju. Kappingina í rekk vann Øssur Debes Eiriksfoss, sum var nummar tvey í hinum báðum greinunum, við 2,55 stigum. Jóni Christiansen var nummar trý í øllum trimum greinum.
Pætur Jacobsen og Sofus Andreasen úr HF vóru teir einastu, sum kappaðist hjá mansunglingum. Pætur vann á gólvi við 11,10 stigum og í barr við 2,40 stigum, og í rekk vann Sofus við 2,95 stigum.
Eisini hjá dreingjum vóru seks fimleikarar úr HF, og her gjørdi Bartal Wardum bart, tí hann vann allar tríggjar greinarnar, eins og Tór av Skarði bleiv næstfremstur í teimum øllum.
Hjá smádreingjum vóru 13 fimleikarar úr HF og Ljósinum við í kappingini, men teir úr HF struku avstað við fremstu plássunum í øllum trimum greinunum. Her vann Hannes Agnarson í bæði rekk og barr, og á gólvinum Aron Jacobsen.
Triðja og síðsta steypakappingin í amboðsfimleiki verður í Fimi leygardagin 19. februar, tá konufólkini kappast á gólvi og mannfólkini í ringum, lopi og beinsveiggi.