Fleiri giftast – færri skiljast

Seinastu trý árini eru fleiri fólk gift og færri fólk skild enn árini frammanundan

Síðani aldarsskiftið eru 4.810 pør gift í Føroyum. Hetta sama tíðarskeið eru 1.245 hjún skild. Gongdin seinastu 10 árini hevur verið, at fleiri giftast og færri skiljast.
Hetta vísa tøl, sum Hagstova Føroya hevur skrásett.
Tá ið tað kemur til hjúnavígslur, var 2006 besta árið í hesari øldini. Tá vórðu 292 pør gift. Næstbesta árið var í fjør, tá ið 285 pør vórðu gift. Árini frá 2009 til 2012 vóru millum 206 og 237 pør vígd. Síðani hava vígslurnar verið fleiri í tali – seinastu fýra árini eru millum 268 og 285 pør gift.
Eisini tá ið tølini verða roknað sum vígslur av hvørjum túsund íbúgvum, er talið hægri seinnu árini, enn tað var fyri átta og tíggju árum síðani.

Skilnaðir
Talið á hjúnaskilnaðum hevur seinnu árini verið minkandi, men eru framvegis ikki so fáir, sum teir vóru um aldarsskiftið.
Í hesi øldini er 2001 besta árið, tá ið tað kemur til hjúnaskilnaðir. Tá vórðu bert 36 hjún skild.
Frá 2010 og nøkur ár fram hækkaði talið á hjúnaskilnaðum munandi. Í 2010 vóru heili 92 hjún skild, og árið eftir vórðu 87 hjún skild. Síðani komu fýra ár við millum 76 og 83 hjúnaskilnaðum um árið.
Seinastu trý árini hevur talið á hjúnaskilnaðum verið minkandi – millum 52 og 65 skilnaðir. Eisini tá ið tølini verða roknað sum hjúnaskilnaðir av hvørjum túsund íbúgvum, er talið væl lægri seinastu trý árini, enn tað var árini frammanundan.