Fleiri gíslar afturat fráðir

Indiski herurin hevur fríað gíslarnar í einum jødiskum stovni í Mumbai CNN og aðrar sjónvarpsstøðir siga nú, at indiski herurin hevur fríað tey, sum hava verið gíslar inni í einum jødiskum stovni í Mumbai.

Sagt verður, at hermenninir komu út úr húsunum seinnapartin, og at teir flestu fóru haðani.

Sambært myndugleikunum tóku yvirgangsmenn jødiska rabbinaran, konu hansara og dóttir teirra gíslar mikudagin.

Viðurskiftini í Mumbai eru annars eitt sindur ógreið, men indisku myndugleikarnir siga, at teir hava tamarhald á støðuni.