Fleiri fosturtøkur enn barnsburðir í Grønlandi

- Hetta er sera ørkymlandi, siga grøndlenskir politikarar

 

Í Grønlandi er tað blivið so mikið vanligt at fáa sær fosturtøku, at tað eru fleiri fosturtøkur enn barnsburðir um árið. Hetta kom fram til ein spyrjitíma í grønlendska landstinginum, skrivar Sermitsiaq. 

- Tað er sera ørkymlandi at síggja hesi tølini, sum eru løgd fram fyri okkum. Í 2018 tóku 931 kvinnur fosturtøku. Harvið eru tað fleiri fosturtøkur enn føðingar í Grønlandi, sigur grøndlendski landsstýrislimurin Martha Abelsen.

Tað var Malene Vahl Rasmussen, sum reisti spurningin í Inatsisartut, landstinginum. Hon er eisini ørkymlað um gongdina.

- Hetta er ein ábending um ábyrgdarloysi. Kvinnur vita væl, at tær skulu brúka fyribyrging. Kanska tað er blivið ov lætt av velja fosturtøku sum loysn. Fyrr skuldi fostrið opererast burtur, og nú kanst tú bara taka eina tablett. Men tað, sum eg ikki kann góðtaka, er, at kvinnur nú brúka fosturtøku sum eitt slag av fyribyrging, sigur hon við Sermitsiaq.

Martha Abelsen, sum hevur heilsumál um hendi, tekur undir við henni.

- Eg havi tosað við kommunurnar og við tey ungu. Eg fekk upplýst, at tað í skúlunum bara er ein árlig samrøða um hesi evnini. Myndugleikarnir hava sett upplýsningsátøk í verk, og aðrar verkætlanir eru á veg, sigur hon, sambært Sermitsiaq.