Fleiri Formula-dystir fluttir

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur flutt fleiri dystir í Formuladeildini næstu tíðina.

Dysturin millum B36 og NSÍ, sum skuldi spælast sunnudagin, er fluttur heilt til 23. august. B36 hevði ynskt at spæla dystin hesa vikuna, men FSF hevur flutt dystin til eftir summarsteðgin. Orsøkin er, at B36 í næstu viku skal spæla Europa Cup á Malta, og liðið fer longu avstað um vikuskiftið.
Týðandi botndysturin millum B68 og ÍF, sum skuldi spælast mánakvøldið er eftir ynski frá feløgunum framskundaður til sunnudagin.
Harafturat er dysturin millum EB/Streym og ÍF, sum skuldi spælast sunnudagin 16. juli, framskundaður til mikudagin 13. juli.Seinasta umfar í Formuladeildini fyri summarsteðgin er sunnudagin 16. juli.