Fleiri fólk lótu lív í russiska flogfarinum

Í Kreml siga tey, at flogvanlukkan skal kannast, og Kyiv Post veit at siga, at ávaringar vóru um rakettálop í økinum, beint áðrenn flogfarið datt niður.

Í russiska verjumálaráðnum siga tey nú, at 65 krígafangar og níggju onnur vóru í hernaðarliga flutningsflogfarinum, sum er dottið niður í  Belgorod- regiónini.

 

Reuters skrivar um hendingina og vísir til russiskar miðlar. Fleiri keldur bæði í Russlandi og Ukraina siga, at talan er um eitt hernaðarflogfar av slagnum, Il-76. 

 

Russika verjumálaráðið vil vera við, at 65 ukrainskir krígsfangar vóru í flogfarinum, og at hetta vóru fangar, sum skuldu býtast um við russiskar fangar.

 

Sambært ráðgevanum í ukrainska innanríkisráðnum, Anton Gerasjenko, vóru 63 fólk í flogfarinum, men ráðgevin sigur einki at, at talan var um ukrainskar krígsfangar.

 

Í Kreml siga tey, at flogvanlukkan skal kannast, og Kyiv Post veit at siga, at ávaringar vóru um rakettálop í økinum, beint áðrenn flogfarið datt niður.

 

Keldur í ukrainsku verjuni vátta, at flogfarið er dottið niður og lagt verður aftrat, at Ukraina stóð aftan fyri atgerðina.

 

Sagt verður, at flogfør av hesum slagnum kunnu flyta fleiri enn 40 tons av farmi. Flogfarið finst bæði í sivilari og hernaðarligari flogferðslu, og flogfarið kann eisini gerast út við ymiskum vápnaskipanum.

 

- Flogfarið kann flyta 90 ferðafólk í senn, og flogfarið verður ofta brúkt til at flyta herfólk, vápn og aðra hernaðarliga útgerð, veit tíðindastovan NTB at siga nú fyrrapartin.