Miðbýrðurin í Havn var stúgvandi fullur av fólki, tá skipað var fyri midnáttarsangi klokkan 11 í gjárkvøldið.
Sólarmyrkingartiltakið í Havn endaði i gjárkvøldið við einum ordans endabrakið á Vaglinum í Havn, har skipað var fyri midnáttarsangi og føroyskum dansi, eins og á ólavsøku. Ilt er at meta um, hvussu nógv fólk vóru, men tey vóru nógv túsund kanska 8.000 fólk.
Ilt er at meta um, hvussu nógv fólk mundi vera í býnum, men tað var – eins og myndirnar vísa – sum tá midnáttarsagngurin á ólavsøku er av tí besta, tí veðrið var av tí allar fagrasta.
Umframt tiltakið á Vaglinum hevði Reinsaríið eisini opið við tónleiki allan dagin. Har var sett stórt tjald upp millum Reinsaríið og Miðlahúsið at verja fyri, um veðrið ikki skuldi hildið sær, men tað gjørdi tað, og tí var serligur hátíðarrómur í Havnini í gjárkvøldið og í nátt.










