Við in.fo fyrr í vikuni segði Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, at Løgtingið ikki fer at flagga við LGBT flagginum, tí málið ikki hevur verið viðgjørt í formansskapinum.
Fyrr í dag varð LGBT flaggið vundið á stong á Ydun, sum hýsir íslendska aðalkonsulátinum í Føroyum. Norðurlandahúsið hevur í fleiri ár flaggað við LGBT flagginum, tá Pride er í Havn, eins og Fróðskaparsetrið.
Sum helst tann fyrsta stóra privata fyritøkan flaggði Hotel Føroyar í dag við LGBT flagginum.
##med2##