Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bara fýra línuskip í løtuni eru til fiskiskap undir Føroyum. Væntandi er tó, at fleiri, sum nýliga hava verið inni og landað, fara út aftur í næstum.
- Møguliga koma tvey ella trý línuskip inn at landa mánadagin. Tey hava mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.
Lagt verður aftrat, at eitt línuskip fiskar mest longu og brosmu, men tað skipið kemur neyvan inn at landa fyrr enn í aðru viku.
Eitt ísfiskalínuskip er ávegis yvir á Flemish Kap, og her kann In.fo leggja aftrat, at tað er Váðasteinur, sum herfyri landaði á Toftum av fyrra túrinum har yviri.
- Tey fimm frystilínuskipini, sum eru á Flemish Kap, eru antin til fiskiskap - ella eru ávegis aftur til fiskiskap eftir at hava verið inni har yviri og landað.
Útlitini til útróður í næstu viku eru einki serlig. Streymurin er harður, men linkar nakað, sum vikan gongur. Veðrið verður eisini umskiftandi, og tí verður ikki roknað við so nógvum útróðri í næstu viku.