Føroyingar, sum nýta Office 365 ella One Drive mugu allatíðina vera á varðhaldi fyri royndum at svika tey við følskum teldupostum, sokallað ”Phishing.”
Álopið hendir á tann hátt, at tú fært ein teldupost, har tú verður biðin um at taka okkurt niður á tína teldu ella logga inn á onkra heimasíðu.
Nýggjastu útgávurnar gera sær dælt av Office 365 ella One Drive.
Tá ið ein er raktur av álopinum, verður tað sendur teldupostur á føroyskum til fyritøkur, sum ein hevur havt samband við og eisini innanhýsis og síðani verða gjørdar royndir at svika, skrivar Formula í eini ávaring til síni viðskiftafólk.
- Samstundis verða reglur gjørdar í Outook (teldupostskipanini) um, at svar frá teim, sum tey hava roynt at svika, sjálvvirkandi verður strikað og eisini verður “pappírskurvin” tømd. Á henda hátt er so at siga ógjørligt at varnast, at teldupostkontan hjá einum verður brúkt í royndum at svika, skrivar Formula.
- Løgreglan hevur greinað ein av hesum teldupostum og tilhoyrandi “login-skjal” og staðfest, at hesin sendur bæði brúkaranavn og loyniorð aftur til tann sum svikar, í vanligum teksti. Staðfest er, at tað longu eru fleiri føroyskar fyritøkur, sum eru raktar, boðar Formula frá.









