Fleiri føroysk feløg megna at fara á virðisbrævamarknaðin

Tað er nú góð vika síðani, at føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni skrásetti seg á føroyskum íslendskum virðisbrævamarknaði.

Virðisbrævamarknaður
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Tá hevði hitt føroyska oljufelagið, Føroya Kolvetni longu verið skrásett á virðisbrævamarknaðinum í London í eina tíð. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum sigur við Portalin seg vera sera fegin um, at føroyingar hava tikið stig til at fáa tevy oljufeløg. Einaferð var frammi eisini at seta á stovn eitt alment føroyskt oljufelag. Sjálvur heldur landsstýrismaðurin, at tað er ein skilagóð gongd við tveimum privatum oljufeløgum.

Eg haldi tað er sera flott, at vit longu hava tvey oljufeløg, sum bæði eru, skrásett á altjóða virðisbrævamarknaðum, ta eina í London og hitt í Føroyum/Íslandi. Signalvirðið í hesum er sera heppið og gott fyri føroyska vinnu sum so, og serliga tað at vit hava feløg, sum megna at koma á virðisbrævamarknaðin, tí tað krevur sera nógv av teimum, sum sita í hesum feløgum. Eg vildi ynskt, at fleiri føroyskar fyritøkur umhugsaðu at skráseta seg, so vit harvið fingu størri rensl í peningakervið í Føroyum , soleiðis at tað aftur kom vinnuni til góðar.

Landsstýrismaðurin heldur tað finnast fleiri føroysk feløg, sum hava so mikið professionella leiðslu, at tey megna hetta. Tað er ein spurningur um hugburð.